top of page
Søguligar løtur í Nólsoyarstovu
5. og 6. desembur er Jólahugni í Nólsoyarstovu, og tá bjóða vit tapas frá Katrinu Christiansen, søguforteljing og rundvísing.
Byrja verður kl. 19 í stovu hædd við vælkomu drykki. Síðani verður greitt frá um søguligar hendingar og byggisøgu, og farið verður upp gjøgnum húsið, inn í íbúðirnar og uppá tekjuna, um viðrar. Til seinast verður notið tapas frá Katrinu Christiansen saman við einum glasi av brúsandi víni ella rabarbudjúsi í eini av trimum íbúðunum. Omaná verður kaffi og te, og sjokoláta frá Gómagott. Tiltakið endar kl. 22.00.
Prísur alt íroknað 1169 kr/persón
Prísirnir eru galdandi fyri bólkar á minst 10 persónar og í mesta lagi 16 persónar pr íbúð.
Hevur hetta tykkara áhuga, verið vælkomin at fylla út oyðiblað á høgru síðu.
bottom of page




















